Starvsfólkini á maskindeildini eru stinn sum stálið og væl útgjørd við teimum bestu amboðunum og maskinunum. Fyri at tryggja ta góðu góðskuna og tað høga tænastustøðið brúka vit nógva tíð upp á íløgur í nýggja útgerð umframt førleikamenning.
Vit á TTS leggja alla orku í okkara arbeiði. Vit eru í fremstu røð, og tað ætla vit at halda á við.
Tað fyrsta, ið er at siga um plátuverkstaðið, eru tey góðu amboðini. Fyri stuttum ognaðu vit okkum nýggjan svingbukkara, sum klárar 3 metrar langar plátur, og harumframt hava vit eisini ein maskinsaks, ið fær klipt upp til 13 mm tjúkkar plátur, ið eru 3 metrar langar.
Harumframt hava vit øll tey neyðugu amboðini til at framleiða alt, ið framleitt verður úr stáli, so sum kantpressu, valsir o.a. Vit evna at kalla alt, ið er úr rustfríum tilfari, aluminium og vanligum stáli.
Á mekaniska verkstaði okkara eru vit sera væl útgjørdir við øllum tekniskum amboðunum til at loysa allar krevjandi uppgávur.
Í høvuðsheitum kann nevnast; ísetan, yvirhálingar og viðlíkahald av dieselmotorum. Yvirhálingar av pumpum, gear og transmissiónum. Umvælingar, nýgerð og viðlíkahald innan allar mekaniskar lutir.
Hjá TTS eru vit serfrøðingar innan tekniska isolering av industrianleggum, rørum, beholdarum og tangum, ventilatiónskanalum, roykrørum og kølirørum v.m.
Teknisk isolering viðførir munandi orkusparing.
TTS hevur hevur egið plátuverkstað við øllum neyðugum amboðum og útgerð til at framleiða kappar (inndekningar) til rør, bend og t-stykkir og aðrar specialloysnir til júst títt virki. Kappisolering gera vit bæði úr aluminium, galvaniseraðum og rustfríum plátum.
TTS veitir og serviserar hydrauliska útgerð til skipaflotan, alivinnuna á sjógvi og landi, umframt byggivinnuna.
Vit hava eina sera fjølbroytta goymslu av hydraulikkslangum og hydraulikkfittings. Vit goymsluføra hydraulikkslangur og fittings fra 1/4" til 2" og hava sostatt eina hydraulikkpressu, sum klárar hesar støddir.
Skalt tú verja stál ímóti tæring, er heittgalvanisering svarið. TTS er einasta virkið her á landi, sum heittgalvaniserar stál. Vit framleiða stállutir eftir ynski og heittgalvanisera stálið í okkara potti á virkinum.
Stálið verður lagt í sýrubað, og síðani verður loddivatnið stoytt í ein pott við sinki og hitað til 450 stig. Í pottinum uppstendur ein samanbræðing millum sink og stál – og harvið ein serstakliga sterk samanbinding ímillum metallini.