LÆRLINGUR TIL HANDILIN HJÁ TTS
TTS søkir eftir einum fyrikomandi og arbeiðsamum handilslærlingi, ið er ágrýtin og er áhugaður at vera við at menna handilin/goymsluna hjá okkum.
Vit bjóða
- eina útbúgving í einari framkomnari tekniskari fyritøku, har vit seta tænastuna í hásæti.
- at tú sum handilslærlingur kemur at starvast saman við einum vælvirkandi toymi av starvsfólki.
- eitt sera fjølbroytt starv. Umframt sølu av útgerð innan el-lutir, maskin-lutir og HVS, vera uppgávurnar eisini innkeyp, goymslustýring, vegleiðing og annað fyrifallandi.
Sum partur av útbúgvingini skalt tú í skúla í lærutíðini at taka tann ástøðiliga partin, sum antin verður í Føroyum ella Danmark.
Vit vænta
- at tú ert fyrikomandi, røkin og ein fleksibul persónur, sum dugir væl at samstarva og setur kundatænastu í fremstu røð.
- at tú hevur áhuga fyri teimum vørum og tænastum, ið vit veita, og at tú hevur áhuga í at nema tær kunnleika fyri og innlit í hesi øki.
Tú hevur miðnámsútbúgving og vanligar telduførleikar.
Umsókn og treytir:
Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum S&K og FAG.
Umsókn við avritum av prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til jol@tts.fo
Meiri fæst at vita við at venda sær til Jákup Oluf á Lakjuni á tel. 565640 ella umvegis jol@tts.fo
TTS virkar í fimm yrkisdeildum undir somu lon: maskindeild, el-deild, køli-deild, hvs-deild og sølubúð við væl útgjørdari er goymslu. Í fyritøkuni starvast umleið 40 fólk.